Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur leiðari í Eik Klaksvík

John William Joensen

Trygvi Hoydal Poulsen er settur í starv sum rakstrarleiðari fyri deildina í Klaksvík. Hann hevur bankaútbúgving frá Føroya Banka, og hevur leiðsluútbúgving frá Føroya Handilsskúla.

Trygvi Hoydal Poulsen er settur í starv sum rakstrarleiðari fyri deildina í Klaksvík. Hann hevur bankaútbúgving frá Føroya Banka, og hevur leiðsluútbúgving frá Føroya Handilsskúla.

Trygvi, sum er klaksvíkingur, hevur í fleiri ár starvast í BankNordik, og hevur drúgvar royndir við privat- og vinnukundum. Hetta seinasta árið hevur hann starvast á Íløgudeildini. Í tíðarskeiðnum 1992 – 2006 var Trygvi leiðari á Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík.

Trygvi tekur við rakstrarleiðarastarvinum í Eik í Klaksvík 1. desember 2014.