Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur sáttmáli til KÍ-toppskjúttan

Jákup Ósá

KÍ boðar frá sáttmála.

KÍ skrivar:

Páll heldur fram!
Okkara Páll Andrasson Klettskarð hevur gjørt nýggja avtalu við KÍ, sum bindur toppskjúttan til og við 2024.

Páll varð valdur besti spælari í deildini fyri apríl mánaða og er einsamallur toppskjútti í Betri Deildini við 9 málum.

Skjótt 32 ára gamli klaksvíkingurin er søguligur áleypari í KÍ. Ongin hevur skorað fleiri mál í kongabláa búnanum.
Á toppskjúttalistanum fyri bestu deildina sum heild hevur Páll júst sett seg á 2. plássið.

Vit ynskja okkara 9’ara tillukku við sáttmálanum og bestu eydnu!