Tógvhandilin letur upp í morgin leygardagin 30. november kl. 10. Móttøka verður kl. 13
Katrin sigur soleiðis um hugskotið at opna ein tógvhandil:
Tað var í summar, at vit koyrdu ein sunnudagsbiltúr. Vóru í Norðurðoyggjum, og í Kunoy stóðgaðu vit á, maðurin og eg. Veðrið var gott. Vit settu okkum á ein bonk norðanfyri bygdina at práta um leyst og fast. Brádliga fekk eg hugskotið at gera ein tógvahandil í Fuglafirði, tí ongin handil er her, sum burturav selur tógv. Stutt var frá hugskoti til íverksetan, og nú opnar handilin 30. november 2019. Vit fara at selja alt vanligt tógv, føroyskt og útlendskt, stokkar, heklinálir o.a. og gleða at lata upp leygardagin kl. 10.00. Vit hava móttøku kl. 13.00 og vóna at hitta nógvar nýggjar kundar og viðskiftafólk.
Katrin K. Petersen er at hitta á tlf. 285148.



