Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýskipanarnevndin ávaraði landsstýrið um landingar forboð

John William Joensen

Nýskipanarnevndin vísti á stórar vansarnar fyri Føroyar at seta føroyskum skipum forboð at landa uttanfyri Føroyar. Serfrøðinganevndin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti at gera uppskot um nýskipan av fiskivinnuni, mælti frá at herða krøvini ella áleggja nýggj gjøld á landingar uttanlanda.

Serfrøðingabólkurin ávaraði um, at avreiðingarkrøv og -gjøld kunnu vera í stríð við handilssáttmálarna og vísti á nógvar vansarnar við at hava ”kaikantskrav”. Men nevndin metti samstundis, at verandi krøv eru við til at bøta um atkomiligheitina fyri føroysk flakavirkir.

“Ein viðkomandi spurningur í sambandi við viðgerðina av avreiðingarkrøvum og avreiðingargjøldum er, í hvønn mun handilssáttmálar millum Føroyar og onnur lond loyva okkum at seta í verk tílíkar forðingar. Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið og EFTA-londini Ísland, Noreg og Sveis – hetta eru fýra sáttmálar við til samans 28 lond. Handilssáttmálarnir áseta, at Føroyar ikki skulu seta í verk tiltøk, sum geva føroyskum fyritøkum ein kappingarfyrimun í mun til mótpartin í sáttmálanum, tó at handilssáttmálarnar eisini innihalda undantøk.”

“Sum dømi kann nevnast, at Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland staðfestir (undir endamál), at tað “… er bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna”.

“Sáttmálin setir sostatt føroyskar og íslendskar fyritøkur javnar í allari kapping. Tó skal nevnast, at avreiðingarkravið á í minsta lagi 75% kom áðrenn, at Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi, og sostatt stríðir avreiðingarkravið ikki ímóti sáttmálanum. Men sáttmálin hevur hinvegin við sær, at avreiðingarkravið ikki kann hækkast ella setast í verk fyri annan fiskiskap. Avreiðingargjaldið fyri makrel og sild kann hugsast at vera í stríð við handilssáttmálar, sum Føroyar hava við onnur lond.”

LES meira á síðu 143 til 145 í tilmælinum frá serfrøðingabólkinum