Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýstovnaða ríðingarfelagið, Sleipnir, í Eysturoynni hevur fingið nýtt búmerkið.

Jóhann Lützen

Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof.

Grundgevingin fyri valinum er, at vinnandi uppskotið á ein áhugaverdan og hugfangandi hátt lýsir áttabeinta hestin Sleipnir. Búmerkið er eyðkent og týðiliga sniðgivið. Úttrykkið er einfalt við linju og rørslu og peikar bæði aftur í tíð og fram í tíð. Búmerkið er sera prentvinarligt.

Nevndin takkar fyri nógvu og góðu uppskotini.