Verandi móttøkuøki til burturkast úti á Bumshamri, fer nú aftur á gamlar gøtur.
Í morgun var endurnýtslan opin frá kl. 08.00 til 12.00 og síðani stongd restina av degnum – Hetta vegna flytinga av bingjunum til nýggja móttøkustaðið á Grønhøvda.
Køin av bilum rakk langt oman í brekkuna og mundi ongan enda tikið, so nógv høvdu ørindi til ruskplássið í morgun. Kanska var tað fyri at heilsa uppá fyri seinastu ferð á hesum staði og takka fyri hesu ferð.
Fryntligu fólkini á ruskmóttøkuni royna at fáa alt at glíða smiðliga, og eydnaðist tað bara væl.
Eftir døgurða møttu fleiri bilar upp hjá Kanjon at flyta tær ymsu ruskbingjurnar norður á Grønhøvda, har eitt nýtt snotiligt øki er gjørt til ruskmóttøku og endurnýtslu annars.
So eftir páskir verður nýggja staðið at koyra sítt burturkast ella til endurnýtsluna á Grønhøvda – beint sunnanfyri Norðhavnina.
Býráðið samtykti 22. september 2009 at nýggja heitið á hesum fagra staði skal vera Grønhøvdi.















































































