Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt venjarapar í ÍF

Jákup Ósá

ÍF hevur sett nýtt venjarapar.

ÍF skrivar soleiðis: Sáttmálar eru skrivaðir við Hans Jørgen Djurhuus og Kára Reynheim.

ÍF kann í dag kunngera, at nýggir venjarar eru knýttir at betriliðnum hjá monnum. Talan er um tveir navnaframar harrar, sum í nógv ár hava markerað seg í føroyska fótbóltslandslagnum.

Hans Jørgen hevur seinastu árini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Víkingi, meðan Kári seinast sat við róðrið hjá AB, tá liðið flutti upp í bestu deildina í 2017. Teir traðka til beinavegin, og verða javnsettir í venjaratoyminum.

Vit í ÍF eru sera spent uppá hesa samansetingina, og ynskja nýggju venjarunum vælkomnum til felagið og alt tað besta!