Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ódámligt av Tórbirni

Oliver Joensen

Svar, frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni til Torbjørn Jacobsen viðvíkjandi uppmøting á Løgtingi.

Fyrst av øllum vil eg endurtaka, at eg harmist um, at eg ikki fekk høvi at svara munnligum fyrispurningum í Løgtinginum og eg vil enn einaferð biðja um umbering.

Eg hevði verið á fundi allan dagin um fíggjarlógina og gjørdist millum ein hálvan og minutt ov seinur oman í Løgtingið. Tá ið eg var komin fram, var tingfundurin slitin.

Tískil varð tað ikki møguligt at svara munnligu fyrispurningunum, frá eitt nú Høgna Hoydal, sum annars var farin til Danmarkar. Nevndu fyrispurningar eru tó blivnir settir fram sum grein 52a fyrispurning og tí fái eg høvi svara spurningum seinni.

Tó haldi eg tað vera sera ódámligt, at Torbjørn Jacobsen nýtir hesa hending at leggja løgmann undir líkt og ólíkt, eitt nú at løgmaður vanvirðir Løgting og fólkaræðisligu skipanina.

Eg velji tó ikki at taka hesar ákærur fyri fult, tí er tað nakar løgtingslimur, ið javnan vísir vanvirðandi atburð og málburð mótvegis løgtinginum og løgtingslimum, so er tað Torbjørn Jacobsen, næstformaðurin í Tjóðveldi. Flestu tinglimir hava upplivað og merkt sviðan av rópunum, illsinnisglepsunum, ákærunum og lítið tespiligum persónlýsingunum og vendingunum, sum eru førdar fram av Torbirni Jacobsen av tingsins røðarapalli.

Tá ið Torbjørn Jacobsen kennir seg at verða ein siðiligan dómara, yvir millum annað meg sum løgmann, trúgvi eg, at tinglimir eins og eg bert kunnu taka tað í spølni. Torbjørn Jacobsen nýtir Fólkatingið sum fyrimynd har siðvenja er, at ráðharrar altíð møta stundisliga at svara fyrispurningum. Eg kann ikki annað enn at geva honum rætt, at soleiðis eigur tað eisini at verða á Løgtingið. Men Torbjørn Jacobsen gloymir at greiða Føroya fólki frá, at um hann hevði nýtti sama málburð og atburð á Fólkatingi, sum hann nýtir á Løgtingsins røðarapalli, so hevði orðið verði tikið frá honum í stundini.

Kaj Leo Johannesen
løgmaður

Harleyfacadeacryl