Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oddabrak í Badmintonhøllini í dag

Jóhann Lützen

Føroyameistararnir úr Mjølnir taka móti steypavinnarunum úr SÍ í dag kl. 13.00

 

Polestar-deildin er nýligani farin í gongd. Hetta er triðji dysturin hjá Mjølnir. Teir báðir fyrru eru endaðir við ávíkavist 3-1 sigri á Fleyr og 3-0 sigri á Ternuni. 

Í dag verður SÍ mótstøðulið og teir hava seinnu árini givið Mjølnir skarpan gang. 

Hjá Mjølnir eru Ilic beiggjarnir nú tøkir og tað sama er kanadiu-maðurin Michael Rowsell, sum er leikandi venjari hjá Mjølnir. Hin kanadiu-maðurin Alain Pineault er framvegis ikki tøkur, hansara arbeiðsloyvi er ikki komið enn. Ólavur Johannesen er langtíðarskaddur. 

Komið í Badmintonhøllina kl. 13.00!

Koyr á Mjølnir!