Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oddadystur í 1.deild hóskvøldið í Klaksvík

Jákup Ósá

KÍ kann hóskvøldið styrkja um sína støðu í oddinum í 1.deild, men mótstøðulið liggur beint aftanfyri á stigatalvuni. Bæði liðini hava verið væl mannað seinastu umførini.

 

KÍ liggur á 1. plássi við 42 stigum. NSÍ á 3. plássi hevur 33 stig. Dysturin hevur týdning fyri toppstríðið eins og hvørs eitt ella tvey lið skulu flyta upp úr 1.deild.

 

Bæði liðini hava verið væl mannað seinastu umførini. Hjá KÍ spældu m.a. Jóannes Bjartalíð, Ólavur Niclassen, Óli Ey. Poulsen og Kristoffur Jakobsen seinast, meðan á NSÍ liðnum spældu m.a. Jóhan T. Davidsen, Einar Tróndargjógv, Jann Benjaminsen og Øssur Dalbúð við í seinasta dysti.

 

KÍ sigur, at dysturin byrjar kl. 19.30 hóskvøldið, og at tað verður ókeypis atgongd. Kaffi o.a. verður at fáa til keyps frá KÍ undir dystinum.