Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oddaliðið vitjar leygardagin

Oliver Joensen

Leygardagin kl. 18 bresta Stjørnan og VÍF saman í KÍ-høllini

Tað er litið at ivast í, at VÍF er favorittur til at vinna dystin, men eftir góða avriki móti Neistanum seinasta sunnudag, hava stjørnukvinnuarnar vónir um eitt gott úrslit móti VÍF leygdardagin.

VÍF hevur havt eitt gott kappingarár, tær liggja í løtuni á odda við 34 stigum, meðan Kyndil á øðrum plássi hevur 30 stig. VB er á triðja plássi við 27 stigum. Alt bendur sostatt á, at VÍF verður annað liðið í FM-finaluni.

Sum nevnt, so verður dysturin leygardagin kl. 18, og vónar Stjørnan at fáa dyggan stuðul frá viðhaldsfólki sínum.