Politiið i Føroyum sigur at tey hava fingið 95 skaðafráboðanir síðan leygarmorgunin kl. 7:30. Og nú heitur politi á fólk um at nýta høvi til at savna tað inn sum enn liggur leyst áðrenn ódnarveðrið brestur á aftur.
Av teimum 95 fráboðanum, sum er komið til alarmsentralin og politimynduleikan, eru nógvar fráboðanir sum enn ikki eru skrásettar í skipanini, tí tær koma beinleiðis til sløkkiliðini á staðnum.
Frá kl. 14 til kl. 18:30 raplaði inn við skaðafráboðanum
Allarflestu skaðarnir vóru í Klaksvík men tað vóru eisini stórir skaðar í Sandavági, Miðvági, Sørvági og á Strondum.
Sambært politinum veksur hann aftur vindin aftur og tað verður líka ringt veður við ógvusligum hvirlum fram til manadagin – týsdagin.




