Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Óetisk framferð av samgonguni

Jan Højgaard

Nú hevur samgongan í óðum verki hækka tilfeingsgjaldið, uttan nakra hoyring. Hetta er onki minni enn, at pína ein lítlan samfelagsbólk, við at ræna partar av teirra hýru til ein øktan almennan rakstur.

Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt, at sosial-politikkur er partur av vinnupolitikki. Tað kann heldur ikki vera rætt, at gjøld blíva løgd á persónar í einari vinnu. Tað eiga vit at hava ein skattapolitik til.

Teir góðu búðskaparfrøðingarnir ávara í móti at binda eitt samfelag at so óvissum inntøkum, sum eitt tilfeingisgjald er. Fleiri samanbera tað við heroin. Tað vil siga, at eins og heroin fer illa við monnum, eins illa fer eitt tilfeingsgjald við samfelagnum.

Tí verður heitt á sitandi samgongu, um at sleppa síni ætlan við øktum tilfeingsgjaldi. Vit mugu fáa moralin inn aftur í Føroyska samfelagið.

 

Jan Højgaard

Føroya Fiskimannafelag