Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ófriður í samgonguni

Jóhann Lützen

Ætlanin hjá Landsstýrinum um at útvega sær heimild frá Landsstýrinum at steingja matstovur og barrir við lóg verður alt annað enn væl móttikin í tinginum, hvørki av andstøðuni, samgonguni sjálvari, ella í sjálvum løgmansflokkinum. Eftir øllum sólarmerkjum at døma fellur uppskotið, um tað kemur til atkvøðugreiðslu á tingi, og tað sær enntá út til at fella við einum braki.

At andstøðan er hart ímóti, er ikki óvæntað, men har er so gott sum ongin stuðul at heinta frá samgongutinglimum heldur. Í Landsstýrinum eru tað serliga Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ið standa aftanfyri uppskotið, men sjálvt ikki í teirra egna flokki, Sambandsflokkinum, er undirtøka. Bert 2 sambandsmenn taka undir við uppskotinum, meðan aðrir 2 sambandsmenn fara at atkvøða ímóti.

Tey sum eru fyri í Sambandsflokkinum eru Edva Jacobsen og Frimodt Rasmussen, meðan teir báðir ímóti eru Jaspur Langgaard og Erhard Joensen. Johan Dahl, Rósa Samuelsen og Magnus Rasmussen hava enn ikki tikið støðu. Allur Fólkaflokkurin er ivasamur, og tað sama eru teir báðir í Miðflokkinum. Og øll andstøðan uttan Ruth Vang er ímóti; Ruth er tó heldur ikki fyri, men ivasom.

Ein høvuðsorsøk sigst vera, at tingfólkini ikki taka undir við, at vit opna landamarkið úteftir og skerja inneftir, t.v.s. at Føroyar lata útlendingar ferðast hendanvegin, úr fimm londum enntá uttan sóttarhald, meðan okkara egnu skeinkistøð v.m. mugu vera afturlatin sera tíðliga. Fleiri vilja vera við, at størsti smittuvandin kemur úr útlondum heldur enn frá sosialari samveru um kvøldarnar.

Hvørki løgmaður, vinnumálaráðharrin ella Sambandsflokkurin kunnu liva við, at Landsstýrið fer í tingið við einum máli, ið verður felt við einum braki har, so tað er ikki ósannlíkt, at uppskotið ongantíð kemur so langt sum til atkvøðugreiðslu. Sostatt gerst hetta eitt niðurlag fyri løgmann og vinnumálaráðharran.

Harleyfacadeacryl