icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ógvuslig rúgva av alilaksi við strendurnar – Fiskaaling aftur at grulva

Oliver Joensen

Tað er ikki hissini nøgd av alilaksi, sum sílafiskarar og onnur eru vorðin varug við seinastu tíðina. Tíðliga í summar hoyrdist um stóran laks í Árnafirði. Har var  eini 10 12 14 pund til støddar, men síðani eru aðrar torvur komnar, har laksurin er smærri. Ikki hevur verið óvanligt at síggja nógvan laks.

Við turbinina á Strond hevur eisini verið sera nógvur laksur. Bert sunnukvøldið fyri góðari viku síðani mundu koma eini 15-20 laksar upp har og enn kemur væl av laksi til hvørja ferð turbinin melur .

Sama er galdandi á Eiði, við turbinina har hava stórar torvur verið at sæð og eisini á møilini á Eiði.

Norðanfyri byrgingina í Hvannasundi hava teir eisini sæð alilaks í torvum og sama er galdandi fyri Vestmanna, Leynará og í Sandagerði.

Í Saksun á vatninum har hava menn fingið nógvan stóran alilaks og á veg til Saksunar fekk eg eina mynd av einum laksi, ið møguliga er komin niðan ánna í Hvalvík, ella um onkur hevur tveitt laksin har, ta er ikki til at siga.

Fleiri aðrastaðni hoyrist eisini frá alilaksi við landið. Menn tosa um, at hetta møguliga er fiskur úr Hetlandi ella Noregi.

Løgin kanning hjá Fiskaaling

Boðað verður nú frá, at Fiskaaling fer undir at kanna “føroysk” sjósíl. Fiskaaling sigur at teir ætla at økja um vitanina um sjósíl í føroysku vøtnunum. Í sama andadrátti verður sagt, at byrjað verður í Sandá. Er nakað vatn har á leið, har sjósíl halda til?

Tekniski Skúli í Tórshavn, hevur saman við Føroya Sílaveiðufelag í fleiri ár havt ein laksateljara liggjandi í Leynará. Í ár hevur hesin teljarin ikki verið settur upp, orsakað av umskipanini av skúlanum í samband við nýggja Glasir. – Tað sýnist løgið, nú Fiskaaling skal til at gera kanningar av sjósílum í føroysku vøtnunum, at Fiskaaling ikki stendur á herðunum á teimum, ið frammanundan hava fingist við júst hesi viðurskifti.

Laksateljarin, ið Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur mennt, saman við føroyska vinnulívinum, átti at verið eitt gott útgangsstøði til kanningararbeiði, tí teljarin er førur fyri at avmyndað sílini, sum koma niðan har, og um so er at síl vóru merkt, so kundu merkini helst sæst aftur ár seinni, um tey framvegis sótu á fiskinum.

Góðar Laksatrappur eru eisini í Leynará, har átti at borið til at fingist við granskingararbeiði á hægri støði, har okkara vitan, bæði um laks og síl kundi verið betur undirbygd. – Heldur enn at byggja á tað, ið longu frammanundan er gjørt, sær út til at Fiskaaling heldur velur at byrja at grulva aftur.