Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ógvusligar broytingar á Fossum

Oliver Joensen

Útstykkingin og planeringin av byggiøkinum á Fossum, hevur broytt umhvørvið har munandi. Norðlýsið var á Fossum við myndatólinum fyri nøkrum døgum síðani. Har sær út til at vera komið væl ávegis við byggiklárum grundøkjum, men enn sæst ikki nógv til ábygging.

Men tað er einki at taka seg aftur í, at útsýnið á økinum er sera hugtakandi. Nú er bert eftir at vóna, hjá teimum, ið fara at seta seg niður har, at bygt verður soleiðis at niðurseturfólkið frameftir fær møguleikar at njóta útsýnið úr egnum húsum og at ikki verður bygt upp fyri hvønn annan.

Njótið útsýnið og byggiøkið.