Eitt ógvusligt ferðsluóhapp hevur verið á landsvegnum við Syðrugøtu um 9 tíðina í morgun. Enn fær løgreglan einki sagt um hvat er hent. Men sum skilst eru tríggjir bilar umfataðir av óhappinum.
Óhappið hendi á landsvegnum, og har eru ein rúgva av neyðsynjarakførum komin á staðið.
Landsvegurin hevur verið stongdur, og bilrøðirnar hava verið sera langar. Men nú koyrir ferðslan aftur, frætta vit úr Gøtu.



