Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Óhoyrt nógvur fiskur norðanfyri – Fiskaklettur avreiður 80.000 pund

Oliver Joensen

Tummas Thomasen frá Fiskakletti sigur, at so nógvur toskur, sum hevur verið at fingið í ár, hevur ikki verið at sæð á leiðunum seinastu 16 árini. Vit hava verið úti í tveir dagar, og avreiða 80.000 pund. Toskurin er hampuliga væl fyri eftir gýtingatíðina, men prísurin er fallin nakað. Hetta hevur verið ein roktúrur, men vit hava faktiskt bert gjørt góðar túrar í ár.

Ætlanin hjá okkum er at fara aftur til fiskiskap í kvøld. Fýra mans eru við Fiskakletti.