Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ókeypis frumsýning í Spinnarínum av ”Vegurin til gullið 2019” hjá KÍ fríggjakvøldið

Tíðindaskriv

Til allar KÍ-vinir 

Nú er hann komin, filmurin um føroyameistaraheitið hjá KÍ: “Vegurin til gullið 2019”, sum Bláa Bylgjan hevur latið framleiða við við fíggjarligari hjálp frá fyritøkum í Norðoyggjum.

Fríggjakvøldið 28. februar kl. 22:00 verður hann fyri fyrstu ferð vístur alment.

Hetta verður í Spinnarínum, har øll eru vælkomin, og tað er ókeypis atgongd.

“Vegurin til gullið 2019” er framleiddur av Solby A. Christiansdóttir, journalisti, og miðlafyritøkuni RACLIP v/Pætur Høj.

2019 bleiv árið, tá besta liðið hjá KÍ vann føroyameistaraheitið í fótbólti fyri fyrstu ferð í 20 ár.

Vælkomin í Spinnaríið fríggjakvøldið 28. februar 2020 kl. 22:00 

Bláa Bylgjan