Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Økingin á Svínoyarleiðini rakk bert til ein eykatúr í ein mánað

Jóhann Lützen

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu, uppá fyrispurning um túratalið til Fugloynna og Svínoynna við Rituni. Tingkvinnan vildi hava at vita, hví Ritan ikki siglir tilkallitúr til Fugloyar kl. 18:30, tá hon siglir til Svínoyar, hvat tær 600.000 eru brúktar til, sum vórðu játtaðar í fíggjarlógini 2020 við endamálinum at økja túratalið, og so spyr hon, hvussu nógv túratalið er økt til ávikavist Fugloynna og Svínoynna.

Í svarinum sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at økta túratalið er bæði ein spurningur um trygd og um fígging. Ynski hevur verið frammi um at økja túratalið til Fugloyar og Svínoyar, eins og til aðrar rutur í landinum.

SSL hevur sett manningina niður í starvsbrøk, har tann tøka arbeiðstíðin ikki er brúkt fult út, og á Fugloyar- og Svínoyarleiðini er brøkurin hjá manningini øktur úr 0,9 til 1,0. Hetta er ein so mikið lítil øking, at tað bert svarar til ein túr afturat í ein mánað.

Hóast tingkvinnan ikki spyr um tað, svarar fíggjarmálaráðharrin eisini, at játtanin til atkomuviðurskiftini í Kirkju er økt úr 2,2 mió. til 5 milliónir. Har eru gjørdar ávísar ábøtur úti í Kirkju, men hendan meirjáttanin skal brúkast til eina varandi loysn. Av svarinum framgongur, at Strandferðslan og Sjóvinnustýrið hava umrøtt at gevast við at sigla til Kirkju, um lendingarviðurskiftini ikki vórðu betrað.

Fyri at taka samanum kann sigast, at svarið ikki gevur nakra ábending um økt túratal, ella fleiri tilkallitúrar, men at fugloyingar í staðin kunnu síggja fram til betrað bryggjuviðurskifti á Kirkju.

Harleyfacadeacryl