Regin varð tilmeldaður tann 18. juni 1987 og er, síðani tá, tappaður 100 ferðir, ella í miðal 2,8 ferðir um árið. Seinast hann lat blóð var tann 12. des. 2022.
Hann fekk eina gávu frá rannsóknarstovuni og vit fingu loyvi at taka nakrar myndir av honum, konuni Karin og teimum starvsfólkunum á rannsóknarstovuni, ið vóru til arbeiðis hendan dagin.
Fyri okkum er hetta nakað heilt serligt, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og at tað so er okkara egni maskinmeistari, ger bara søguna meir serliga fyri okkum. Takk fyri Regin, at tú so trúfast hevur sagt ja, hvørja ferð vit hava heitt á teg, til at lata blóð hesi seinastu 35 árini.
Fyri ein, ið er væl fyri, er tað kanska ikki nakað serligt, at seta seg í hendan stólin 3 ferðir um árið, í kanska hálvan tíma.
Men fyri tey, ið fáa ágóðan av hesum, er tað í øllum nakað heilt serligt






