Tað var í november mánaða í 2011 at Johnny Olsen á fyrsta sinni tendraði lokala sendaran í Klaksvík á FM. Tað var Oliver Joensen, ið fekk heiðurin at tendra FM sendaran og stream.fo hjá Johnny, tann 11.11 klokkan 11.011 í 2011.
Fyrstu árini var fyri tað mesta bara tónleikur sendur. Johnny Olsen gjørdi tó fleiri royndir at fáa eina tíðindasending ella okkurt líknandi í gongd.
So í 2013 komu teir báðir, Victor Dánjalsson og Regin Meyer Olsen á banan við sendingini Starabúrið.
Victor sigur, at endamálið bara er at gleða fólk við at spæla tónleik í teimum dámar og at práta eitt sindur. Um tú bara gleðir eitt einasta fólk leygarkvøld, so verður tú sjálvur glaður, sigur Victor.
Teir báðir Victor og Regin hava trúliga sitið leygarkvøldini frá umleið kl. 21 og til á leið kl. 02. og sent tónleik eftir ynski mest frá lurtarum.
Í samrøðu við Victor Dánjalsson í dag, sigur hann, at hetta hevur givið honum nógv, men at hetta als ikki hevði borið til, um ikki konurnar hjá okkum báðum, Gunnleyg og Karin, høvdu bakka okkum upp í hesum frítíðarvirksemi okkara.
Vit hava ikki sent í summarfrítíðini, tá hevur stream.fo sent tónleik. – Og, legði Victor afturat í sínum skemtingarlag: “Skulu vit í ein føðingardag ella skulu vit giftast eitt leygarkvøld, so verður ongin sending”. Men annars verður sent hvørt leygarkvøld.
Undirtøkan fyri Starabúrinum hevur verið sera góð, tað sást kanska allar best, tá teir báðir valdu at gera eina sending til teirra, ið sita á eldrasambýlum kring landið. Tá komu ynskir allastaðni frá kring landið og teir báðir fingu nógvar positivar afturmeldingar.
stream.fo ger eisini, at sendingin kemur langt út um landoddarnar. Tað eru ikki so fáir føroyingar og eisini útlendingar, ið leygarkvøldarnar sita úti umkring í ymsum londum og fylgja sendingunum hjá Starabúrinum.
Fyri stuttum fekk Starabúrið eina lon afturat frá einum felag í Klaksvík, so nú er nógv meira pláss á sendistøðini enn tað hevur verið. Tí bjóða teir báðir øllum á gátt, sum hava hug at síggja hølini.
Vit á Norðlýsinum ynskja Starabúrinum hjartaliga tillukku við sjey ára degnum í dag.

















