Á bókasavninum er púra kvirt. Næmingar í 4. flokki hava funnið sær hvør sína bók, og hugurin er longu farin at reika langar leiðir avstað út í onnur lond og umhvørvi. Har alt kann henda.
Hetta dámar næmingunum væl, og tey hava valt sær ymiskar bøkur við ymiskum evnum – tey lesa alt møguligt.
Petrina dámar serliga væl krimi, og Hjalta dámar væl at lesa um rúmdina.
– Krimi er spennandi og onkuntíð eisini stuttligt. Tað er ofta ein gáta, sum skal verða loyst. Tað er spennandi, heldur Petrina.
Hjalti er eitt sindur ivasamur.
– Eg veit ikki ordiliga, men mær dámar at lesa um rúmdina. So, næstuferð vit fara í bókasavnið, so fari eg at læna eina bók um tað.
Tey eru samd um, at lisið meira í skúlanum enn heima. Heima eru bøkur og onkuntíð lesa vit heima eisini, men tað er ofta lættari at lesa her. Eisini tí øll skulu lesa.
– Tað er fínt, halda tey. Tað er ordiliga deiligt eisini at lesa bøkur, sum vit velja sjálvi. Tí tá eru evnini áhugaverd, og vit velja tey sjálvi.
Aftur er nú púra kvirt á bókasavninum, og vit takka Petrinu og Hjalta fyri prátið og ynskja teimum øllum góðan lesihug.






