Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Okkum manglar egnarar!!!

Oliver Joensen

Tað sigur Heri Vang, skipari á Norðsøka. Vit eru júst byrjaðir aftir eftir íslandstúrarnar og síðani summarfrí. Men nú vit eru um at byrja vetrarútróðurin, gongst illa at koma í gongd við egningini.

Pláss er fyri fleiri í egningarskúrinum hjá okkum, sigur Heri Vang, skipari víðari. Her eru góðar umstøður at arbeiða undir og skjótt at vinna nakrar eyka krónur. Tað er bera at møta upp her á Stongunum í egningarskúri okkara. 

Ring til mín, á telefon 215789, sigur skiparin víðari og eg skal geva tær alla kunning tú hevur brúk fyri. Tú gerst av sjálv ella sjálvur nær tú egnir og hevur tú ikki roynt tað fyrr, so er tað eingin foring, tú fært góða vegleiðing frá okkum øðrum í skúrinum.

Vit hava stórliga brúk fyri egnarum!!!

 

Harleywoodpaint