Fregnartænastukanningar vísa, at í løtuni er øktur vandi fyri telduálopum móti føroyskum brúkarum.
Serliga er talan um DDoS-álop, sum roknast við at raka Føroyar. Alt bendir á, at álopini koma frá bæði felagsskapum og einstaklingum, ið eru ímóti grindadrápi.
Seinastu dagarnar hava í minsta lagi tvey álvarsom DDoS-álop verið á tvær ymiskar føroyskar heimasíður. Hetta hevði við sær, at síðurnar ikki vóru virknar eina góða løtu. Somu áleyparar eru eisini undir illgruna fyri at hava hackað eina ávísa føroyska heimasíðu og likið upplýsingar um login, t.v.s. bæði teldupostadressur og loyniorð.
Løgreglan mælir til, at allar fyritøkur og myndugleikarnir komandi tíðina geva sínum KT-skipanum, loggum, firewall’um og øðrum teldubúnaði serligt gætur.
Ulrik Andersen, politiassistentur
Tøknirannsóknardeildin (Teknisk Efterforskning)
Føroya Politi



