Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Olaf K. Hansen fekk debut og var fyrsti 4. innskiftari í føroyskum fótbólti

Jákup Ósá

Leygardagin fekk ein lokalur KÍ-leikari debut.

Í 88. minutti við støðuni 3-0 til KÍ móti Skála kom 20 ára gamli Olaf K. Hansen á vøllin fyri KÍ. Hetta var hansara fyrsti skrásetti dystur fyri KÍ í lands- ella steypakapping. Samstundis skrivaði hann søgu, tí hann var fyrsti leikarin í føroysku kappingini í lands- ella steypakapping, sum var 4. innskiftari. Einki av hinum fimm liðunum, ið spældu í gjár, brúktu fleiri enn tríggjar útskiftingar. Nú er loyvið at gera fimm útskiftingar á fyrsta sinni í Føroyum.

Olaf var annars millum málskjúttarnar hjá næstbesta liðnum hjá KÍ í 1. umfari, sum vann 4-1 á útivølli móti 07 Vestur. Hini málini skoraði Ari M. Jacobsen (2) og Eivin Sørensen.