Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9).
Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22). Síðani komu ”Eitt ódnarkvøld”, 1930 (Leikrit 24) og ”Traðabøndur”, 1932 (Leikrit 25).
Nú kemur sum Leikrit 27 ”Ólavsøkumynd” frá 1935.
Leikurin er, tað vit vita, ongantíð framførdur á palli, men hann varð sendur sum leikmynd í útvarpinum í 1983. Oskar Hermannsson leikstýrdi.
Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 27 er 74 síður.



