Hósmorgunin, 22. feb. kl. 10, varð sum undanfarin ár Torra-café í Betesda, og hesaferð var tað Jógvan á Lakjuni, lærari og løgtingsmaður úr Fuglafirði, sum greiddi frá sjólivi sínum – tá hann á ungu døgum var til skips við trolara.
Áðrenn Jógvan tók orðið, sungu feðgarnir, Jógvan, Høgni og Bárður ein sang í felag, meðan versonurin Jóhannus spældi uppá flyglið og Torkil á el-bass. Tað sama gjørdu teir, tá ið Jógvan var liðugur við sína framløgu.
Jógvan er føddur í 1952 og er tann fjórði av seks beiggjum. Foreldrini vóru Maria og Jákup Oluf á Lakjuni. Pápin, Jákup Oluf (f.1916) fór til skips 14 ára gamal í 1931 og var á sjónum til 1978, so heimið hjá teimum var sum hjá so mongum føroyingum – páparnir vóru fyri tað mesta burtur, og mammurnar tóku sær av heiminum og uppalingini og so mongum øðrum.
Jógvan greiddi frá, hvussu tað var at vaksa upp í einum sjómannaheimi og um pápa sín, sum var nógv burtur. Jákup Oluf sigldi við Vón hjá Sigurd Simonsen undir krígnum, og seinni var hann stýrimaður og skipari á Kjølbro-trolarunum Sjúrðarberg og Skálaberg í eini 12 ár, og hann var skipari á Ólavi Halga frá 1964-1976.
Ólavur Halgi
Ólavur Halgi kom á Fuglafjørð 1. november 1959. Tá høvdu fleiri menn í Fuglafirði tikið seg saman at savna inn pening og stova Fuglafjarðar Samvinnufelag, sum stóð fyri at byggja og reka Ólavur Halga. Teir, sum settu í, fingu fyrsta kjansin at sleppa við.
Sum á flestu øðrum plássum í Føroyum var eisini í Fuglafirði stórt arbeiðsloysi í 50-árunum. Fleiri av teimum stóru virkjunum fóru á húsagang, og nógv fiskiskip lógu bundin við bryggju. Tá vóru møguleikarnir at fáa hjálp frá tí almenna smáir, og arbeiðsloysistrygging var als ikki til.
Frá seinast í fimmtiárunum og fram til 1976 var Ólavur Halgi ein serligur og týðandi partur av vinnulívinum har og annars av Fuglafjarðar søgu.
Strilti gekst at fáa fígging, men tíbetur vóru tað bæði vinnulívsmenn og politikarar, sum royndu at fáa virksemi aftur í bygdirnar, og í Fuglafirði var tað m.a. Oddfríður Haraldsen saman við øðrum, sum royndi at fáa lív í aftur. Fuglafjarðar Samvinnufelag var serliga rikið við Oddfríði Haraldsen og Herluf Berthelsen á odda.
Hákun Djurhuus, sum var landsstýrismaður í 50-unum legði uppskot fyri tingið, og við lóg frá 7. mars 1957 fekk landsstýrið heimild at lata byggja og selja 3 stáltrolarar og at læna 15 mió til endamálið.
Landsstýrið ætlaði, at tríggjar av teimum stóru bygdunum, sum vóru eina harðast raktar av arbeiðsloysi, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður, skuldu keypa hvør sín trolara. Heitt varð á fuglfirðingar um at royna at útvega eginpening í bygdini, um 10% av keypsprísinum, sum tá var mettur til 4 mió krónur.
Hetta var viðvirkandi til, at rættiliga varð farið í gongd at savna pening, og skriv bleiv sent í hvørt hús í bygdini. Peningur var eisini fingin til vega frá kommununi, frá A.P.Møller-samtøkuni o.ø.
Trolararnir vórðu bygdir í Portugal. Leivur Øssursson, var tann fyrsti, og síðani komu Ólavur Halgi og tann triði var Vágbingur.
Ólavur Halgi kom á Fuglafjørð allahalgannadag, 1. nov. 1959. Hetta var ein sera stórur og hátíðarligur dagur í Fuglafirði. Jógvan, sum tá var knappliga 7 ára gamal, minnist væl hetta flaggskrýdda og flotta farið, sum kom inn eftir vánni, og ikki minst alt fólkið, røður og sang á bryggjuni, sum tá var.
Jógvan til skips
Jógvan var sjálvur við Ólavi Halga nakrar túrar, men sín fyrsta túr til skips var hann í New Foundlandi við Sundaberg í 1970, 18 ára gamal. Hann var eisini við Sundaberg túrin eystanfyri um heystið 1971, sum var næst seinasti túrur hjá hesum trolaranum, sum jú sakk á veg heim úr New Foundlandi í apríl 1972.
Tá var Jógvan við Ólavi Halga, og royndu teir nógv saman við Sundabergi. Benni Joensen, skipari á Sundaberg, og Jákup Oluf vóru svágrar, og samskiftið teirra millum var rættiliga nógv.
Tann seinasta túrin, Sundaberg sigldi heim í apríl 1972, lógu Ólavur Halgi og Sundaberg so tætt saman, at Jógvan fekk tikið eina góða mynd av ”skúlaskipi” sínum, sum hann var so góður við. Jógvan minnist, hvussu skakkir teir blivu umborð á Ólavi Halga, tá ið tað frættist í radionum í New Foundlandi, at Sundaberg var sokkin eystan fyri New Foundland.
Skiparar
Skipari á Ólavi Halga ta allar fyrstu fyrstu tíðina á ísfiskaveiðu var Jóannes Joensen, Jóannes hjá Dáva úr Klaksvík. Síðst í mars 1960 varð farið á saltfiskaveiðu, og nú var Jóhannes Djurhuus úr Vestmanna skipari. Jákup Oluf á Lakjuni fór við Ólavi Halga í február í 1964, tá ið teir fyrstu ferð fóru yvir til New Foundland, og hann var skipari, til Ólavur Halgi var sín seinasta túr sum fiskiskip á vári í 1976.
Dánjal Thomsen úr Klaksvík, sum var 1. stýrimaður við Ólavi Halga heilt frá byrjan av, frá 1959 til 1966 og aftur í 1970, loysti eisini onkuntíð av sum skipari, og Olaf Olsen og Vilhelm Poulsen í Skálanum vóru somuleiðis skiparar onkran túr. Petur Jón Egholm var skipari nakrar ísfiskatúrar í 1972 og Harry á Lakjuni onkran ísfiskatúr í 1974 og 1975.
Stóran týdning
Ólavur Halgi hevði sera stóran týdning fyri Fuglafjørð, og ikki minst tey fyrstu árini. Ikki gekst altíð eftir vild, men hesi árini, Ólavur Halgi var fiskiskip – hann bleiv jú vaktarskip seinni – sigldu ikki minni enn einir 375 mans við honum í styttri ella longri tíðarskeið.
Jógvan segði, at besti skúli, hann hevur gingið í, var umborð á Sundabergi og Ólavi Halga – og kanska møtti hann eisini har tí størsta lívsvísdóminum – frá bókliga ólærdum monnum. Tað er upp á ein máta harmiligt, at so fáir ungir dreingir í dag uppliva hetta at fara til skips og vera millum menn og fáa sína uppaling á sjónum, helt Jógvan fyri.
Jógvan nam eisini við, andaliga partin umborð á skipunum og virðingina fyri hesum, sum hevur sermerkt okkara siglandi fólk. Nógvir menn eru komnir til trúgv umborð á skipi.
Vit eru mong, sum minnast, tá ið pápi Jógvan, Jákup Oluf á Lakjuni saman við øðrum plagdi at hava møti á bátadekkinum, fram móti brúnni á Ólavi Halga við kajini í Fuglafirði, áðrenn farið varð avstað ein langan saltfiskatúr. Tá stóð størsti partur av bygdini og lýddi á og beyð teimum farvæl. Á túrunum vórðu møtir hildin regluliga umborð.
Bókin út um Ólav Halga
Í 1995 kom ein bók út um Ólav Halga, sum Leif Pedersen í Gøtu skrivaði, og sum Jógvan hjálpti honum við. Leif er dani, uppvaksin í Keypmannahavn, men giftist við gentu úr Syðrugøtu og flutti til Føroya í 1958. Leif var rættiliga nógv við Ólavi Halga sum kokkur og loysti onkuntíð av sum fjarritari.
Leif sigur í bókini, at áðrenn hann bleiv kunnigur við sjólívið, plagdi hann mangan at smílast at søgunum um kærleikan ella alskin, sjómenn fáa til eitt far.
”Men tá ið tú sjálvur í mong ár hevur verið við sama skipi”, sigur Leif, ”so skilur tú hetta betur. Og eg má siga, at eg kom at uppliva, at serliga Ólavur Halgi bleiv mestsum eitt livandi ting, sum tú bleivst góður við, og síðani eg fyri síðstu ferð í 1973 mynstraði av, havi eg aftur og aftur hugsað um tey mongu góðu árini, eg átti har umborð við nógvum góðum løtum, upplivingum og vinalagi.”
Soleiðis kenni eg tað eisini, segði Jógvan á Lakjuni at enda.
Stórfingin Torra-kafé
Eftir fraløguna hjá Jógvani varð boðið til stórsligið kaffiborð við hópin av køkum og salatum. Eitt fantastiska væl dekkað borð, sum tó stóð ymsa staðni í húsinum, tí so nógv fólk vóru komin saman til Torrakáféina, hósdagin í Torravikuni.
Takk til Jógvan og Betesda fyri frálíka áhugaverda framløgu og avbera góða Torra-kafé!



















































