Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ole Erik Midtskogen er nú í Eliteseriuni

Jákup Ósá

Fyrrverandi KÍ-framherjin hevur gjørt sáttmála við felag í bestu norsku deildini.

Hann spældi við KÍ í 2020 og bleiv valdur til ársins leikara í KÍ. Síðani fór hann til Dundalk í bestu írsku deildini, áðrenn hann fór til triðbestu norsku deildina, har hann skoraði nógv mál. Nú boðar Odd í bestu norsku deildini, har m.a. Gilli R. Sørensen hevur spælt, frá, at nú 27 ára gamli Ole Erik Midtskogen hevur gjørt trýára sáttmála við felagið.