Olgar Danielsen hevur skorað flest mál fyri KÍ í Europa-dystum, men Jóannes Bjartalíð er bara eitt mál aftanfyri eftir, at hann skoraði trý mál í fjør.
Olgar Danielsen hevur framúr hagtøl í Europa-dystum fyri KÍ. Álopsleikarin spældi seks dystir (og sat á bonkinum í 75 minuttum av hesum) og skoraði fimm mál. Tá skal eisini havast í huga, hvussu sterk mótstøðuliðini vóru. KÍ møtti Macchabi Haifa, Ujpesti, Grazer AK og Skonto Riga hesar dystirnar. Jóannes Bjartalíð hevur skorað fýra mál í 11 dystum. Trý mál móti Tre Fiori og eitt mál móti Zalgiris.
Málskjúttar hjá KÍ í Europa:
Olgar Danielsen 5 mál
Jóannes Bjartalíð 4 mál
Jonn Johannessen 2 mál
Patrik Johannesen 2 mál
Allan Mørkøre 2 mál
Deni Pavlovic 2 mál
Páll A. Klettskarð 1 mál
Ronni Møller-Iversen 1 mál
Simen Sandmæl 1 mál
Jóannes K. Danielsen 1 mál
Jákup B. Andreasen 1 mál
Kurt Mørkøre 1 mál
Kaj Ennigarð 1 mál




