Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at teir fingu fráboðan um 21.20 tíðina um at olja hevði ligið á sjógv í Norðhavnini. Upp á fyrispurning um talan er um nógva olju sigur vakthavandi, at tað vita tey ikki enn, sløkkiliðið í Klaksvík er á staðnum og kannar málið.
Oljan stavar frá einum russiskum trolara, ið liggur í Norðhavnini.









