Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Øll KÍ-viðhaldsfólk hjartaliga vælkomin í Dansifrøi leygardagin frá kl. 13 til 19

Jóhann Lützen

– Vit hava fingið tey góðu og rúmligu hølini hjá Dansifrøi beint við Tórsvøll til leigu leygardagin frá kl. 13 til kl. 19, so har lagamanni hjá øllum KÍ-viðhaldsfólkum, bæði familjum, yngri og eldri o.s.fr., at koma inn at hvíla seg, hugna sær, eta ein bita, hita upp o.s.fr., sigur Jaspur Jakobsen, formaður í Bláu Bylgjuni – Øll eru vælkomin!

Leygardagin verður tann stóri finaludagurin hjá KÍ, har besta kvinnuliðið spælir steypafinalu ímóti HB kl. 15, meðan besta mansliðið møtir Víkingi í finaluni um Løgmanssteypið, sum byrjar kl. 19.

Jaspur Jakobsen, formaðurí Bláu Bylgjuni, sigur, at tey royna sítt ítarsta at gera dagin so góðan og hugnaligan fyri áskoðararnar, soleiðis at KÍ-viðhaldsfólkini verða so fjølment sum tilber til báðar finalurnar.

– Hetta er seinasti dagur í einum drúgvum fótboltsári, og KÍ kann skriva søgu enn einaferð, tí hendir tað, at bæði liðini vinna, so verður KÍ tvífaldur greipuvinnari í føroyskum fótbólti 2022, sum er eitt næstan óhoyrt bragd, um tað eydnast.

– Hetta er ein dagur, sum savnar alt okkara lokalsamfelag, tí okkara ítróttaliga flaggskip, sum hevur umboðað okkum so væl, hevur nú tørv á øllum tí stuðuli, sum norðoyingar og KÍ-viðhaldsfólk kring allar Føroyar kunnu geva, sigur formaðurin í Bláu Bylgjuni, sum heitir á øll, bæði familjur og einstaklingar, um at gera hendan dagin til ein spennandi og hugnaliga útferð.

–  Vit arbeiða eisini við at finna útav, hvussu nógvar bussar, vit skulu brúka. Hetta venda vit aftur til.

– Enn kunnu atgongumerki keypast á fsf.fo, so tað er bara at halda seg framat, sigur ein spentur Jaspur Jakobsen, formaður í Bláu Bylgjuni.

Harleyfacadeacryl