Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Øll mugu hava ráð til grøna orkuskiftið

Tjóðveldi

Øll mugu hava ráð at vera við, um grøna orkuskiftið skal eydnast.

Vit mugu tryggja eina bíliga fígging og betri stuðulsmøguleikar, so familjur við lægri inntøkum eisini fáa ráð at fáa sær grøna hitaskipan. Tað er ikki minni neyðugt, nú oljan er blivin so dýr.

Tí hevur Bjørt Samuelsen, vegna Tjóðveldi, lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um hetta.  

Uppskotssetarin heldur, at landsstýrið í hesum sambandi eigur at taka upp samskifti við kommunur, bankar, SEV og aðrar viðkomandi partar um samstarv um eina eina skipan, sum tryggjar, at øll húsarhald fáa møguleikan at vera við í grønu umleggingini.

Uppskotið frá Tjóðveldi kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10229