icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú møguleika fyri at taka ímóti landstreymi.

Skansi Offshore

Reiðaríið tók í 2018 avgerð um at gera íløgu í skipan, sum ger tað møguligt at taka ímót landstreymi.

22. august 2019 fekk Kongsborg, sum tað seinasta skipið í flotanum góðkent sína skipan.

Tað merkir, at har sum tað er møguligt at taka ímóti landstreymi, nýtast skipini ikki at hava ein diesel generator koyrandi, meðan skipið er við kai.

Í Norra er møguligt at taka ímóti landstreymi í fleiri havnum, eitt nú Bergen, Stavanger og Florø, har Skansi hevur nógv virksemi. El prísir eru lutfalsliga lágir, og el framleiðslan í Norra er grøn.

Hetta ger veruliga ger mun á umhvørvið.

Globalu útlátini minka, samstundis sum lokal luftdálking frá skipum, sum liggja við kai, verður burtur.

Eisini verður larmur frá skipi burtur til gagns fyri manningina, og tey, sum búgva í nærumhvørvinum.

 

Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip.

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk.

Spurningar og viðmerkingar: Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, tlf. 794910.