Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Øll skulu hava eitt heim

Fía Selma Nielsen

Tað mugu byggjast fleiri búeindir.

 

 

Ein grundleggjandi fortreyt fyri at trívast er at hava eitt heim. Í Føroyum eru umleið 2,5 íbúgvar fyri hvørja búeind. Í Danmark eru 1,97 íbúgvar fyri hvørja búeind. Samansetingin av búeindum í Føroyum er umleið soleiðis:

82 % sethús
9 % Tvíhús ella raðhús og
9 % íbúðir
Seinastu árini er familjumynstrið í Føroyum broytt soleiðis at í 2010 vóru umleið 45 % av øllum húskjunum 1-2 vaksin uttan børn, til at tað í 2025 vóru 53 % av øllum húskjum sum vóru 1-2 vaksin uttan børn.

Trivnaður er ein fortreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi samfelag. Fólk, sum ikki hava trygg bústaðarviðurskifti, kunnu sjálvandi ikki trívast í sama mun, sum tey, sum hava trygg bústaðarviðurskifti.

Broytingarnar í familjumystrunum gera at eftirspurningurin eftir smærri bústøðum er hækkaður. Húskini eru alsamt fleiri, men útboðið av bústøðum hevur als ikki fylgt við.

Fólkaflokkurin ætlar at:

Skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði
Bústaðarbygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul
Til fysta bústað skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast til eginfígging (Tey flestu sum hava arbeitt í 10 ár hava spart umleið 400.000 í eftirlønaruppsparing)
Tey, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi
Avskrivingarreglur fyri leiguíbúðir mugu tillagast
Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskifti
Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skal avgreiðast skjótari
Vel ein sterkan fólkaflokk

 

XA – Fía Selma Nielsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum