Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Øll starvsfólk eiga rós fyri gott arbeiði

klaksvik.fo

Soleiðis sigur borgarstjórin, Karl Johansen, sum heldur, at vegadeildin hjá Klaksvíkar kommunu er í einari heilt serligari støðu, nú kavin hevur ligið so leingi, og menn hava arbeitt frá kl. 05.00 á morgni til seint út á kvøldið í fleiri vikur.

– Januar mánaður er ofta myrkur og baldrutur, men í ár hava vit verið vælsignaði við ljósi og vøkrum kavaveðri.

– Tað haldi eg, at vit øll hava verið glað fyri, men tað hevur samstundis givið teimum, sum skulu syrgja fyri, at til ber at koyra á vegunum, langar arbeiðsdagar.

– Á leið 50 kilometrar av vegi skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur. Vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist. Men kortini má eg ásanna, at parturin hjá monnunum á Vegadeildini ikki liggur eftir. Teir hava veruliga gjørt eitt stórt arbeiði í sambandi við kavaruddingina, og tað eiga teir stórt rós fyri, sigur Karl Johansen.

Tað er ikki óvanligt, at borgarar kundu hugsað sær, at kavaruddingin varð betur skipað, men kavaruddingin er skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.

Kavaruddingin verður javnan eftirmett og tillagað broyttum umstøðum. Í løtuni eru tríggjar maskinur, sum verða brúktar til kavaruddingina, har ein verður brúkt til gonguteigar.