Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Óluva Klettskarð: Tíðin var ov stutt á tingsins røðarapalli – valdi tí blaðgrein

John William Joensen

Tað vóru óivað fleiri, ið bitu merki í at hvørki Jónleif Jóhannesen, løgtingslimur, ella Óluva Klettskarð, løgtingslimur, sum eru uppstillaði av Norðoya Javnaðarfelag og Norðoya Tjóðveldisfelag, tóku orðið undir orðaskiftinum í løgtinginum. Í morgun hava vit fingið eina viðmerking frá Óluvu Klettskarð.

Tey baði Jónleif Jóhannesen og Óluva Klettskarð høvdu hvør sína stuttu viðmerking úr salinum.

Óluva Klettskarð, skrivar soleiðis til Norðlýsið í morgun:

– Fimm minuttir er sera stutt hjá okkum, sum ikki eru í vinnunevndini ella framsøgufólk. M.a. tí valdi eg at gera viðmerkingar í staðin. Tað vóru nógv tingfólk sum ikki tóku orðið, men sjálvandi nevndi Bjørn Kalsø meg.

– Eg havi skriva eina longri grein í staðin.

Norðlýsið hevur enn onga viðmerking fingið frá Jónleif Jóhannesen.

Harleywoodpaint