Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Omankoyringar asfalteraðar

Jóhann Lützen, myndir Oliver Joensen

Á Stongunum og á Norðhavnini hava vegirnir verið vánaligir, men tað er nú fingið í rættlag, sigur Tummas Lervig formaður í Havna- og Vinnunevnd Klaksvíkar býráðs.

Norðlýsið skrivaði um miðjan februar hvussu ónøgdir borgarar eru við omankoyringina til Norðhavnina. Nú hevur kommunan tikið sær betur partar fyri og hevur fingið asfalteringina í rættlag. 

Tey sum nýta vegirnar vita hvussu vánaligir teir hava verið, men hava um dagarnar lagt merki til at nú eru vegirnir munandi betraðir. Omankoyringarnar til Stengurnar og Norðhavnina eru nú asfalteraðar.

Hetta er tíðin tá tekniska umsiting setur ferð á asfaltering, merking við strikum og gerð av fortovum v.m. 

Oliver var ein túr við myndatólinum og vit fara fleiri túrar í summar.