Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ommu- og abbadagur í Bylgjuni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 10 – 11 varð boðið til ommu- og abbadag í Bylgjuni í Runavík, har tað møtti hópin av ommum og abbum og ikki minni av ommu- og abbabørnum.

Sigrun Jonsveinsdóttir, sum er ein av stigtakarunum til fimleikin ella rørsludagin fyri foreldur og børn í aldrinum 0 – 3 ár, sigur, at tað hvønn leygarmorgun í vetrarhálvuni møta heili 100 børn.

Tá ið tey eru so nógv, verða tey skipaði í bólkar, sum hvør hevur sín leiðara, ið heldur skil á og at tað annars er røringur í inni í snotiligu fimleikarhøllini í Bylgjuni, ið hevur so nógvar møguleikar.

Tað koma børn frá øllum Skálafjørinum og aðrastaðni við – eg sá onkra ommum og abba frá Klaksvík eisini. Mamman at børninum búgva eisini í Klaksvík, men fer hvønn leygarmorgun við sínum tveimum børnum til hetta sunna, stuttliga og týðandi átak, sum hon og ikki minst børnini ganga høgt uppí.

Dagurin endaði við, at ommurnar- og abbarnir fingur kaku og kaffi, meðan børnini fingu sunkist.

Ein hugnaligur leygarmorgun í Bylgjuni, har nógv hugnaligt prát eisini var í krókunum.