Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

OneNote uppá 3 tímar

Synergi

Kom og lær OneNote uppá 3 tímar og finn útav, um OneNote framyvir verður títt mest brúkta forrit

Skeið 24. november 2022 kl. 9-12 | EITT PLÁSS EFTIR

Fólk og arbeiðspláss vísa sera stóran áhuga fyri OneNote í løtuni og áhugin er vaksandi. Og tað er ikki uttan grund.

OneNote er nemliga tann talgilta versiónin av tínari notesbók, sum tú hevur ókeypis atgongd til (tá tú hevur Office 365). OneNote er ókeypis fyri allar brúkarar, óansæð um tú brúkar Mac, Pc, Android, iPhone ella ein teldil.

 

Tú kanst brúka OneNote á tínari telefon, tínari teldu og teldli.

Tú kanst deila tínar OneNote bøkur og tey síggja tínar notatir her og nú.

Umframt at tú sjálvandi kanst skriva vanligar notatir, kanst tú í tínari notesbók >>

 

– taka ljóð upp

– hjáleggja myndir, ljóð, diagram og video

– hjáleggja t-postar og leinkjur til heimasíður

– Excel, Word og PowerPoint skjøl

– gera ein innkeypslista og deila hann við onnur

– skráseta tíni hugskot

– minna teg á uppgávur

– organisera tín to-do lista

– og nógv meiri

 

Alt samlað á einum stað

Tá tú brúkar OneNote, hevur tú alt samlað á einum stað og tú fært tí betur yvirlit.

Hvør kann brúka OneNote?

OneNote er til øll, sum brúka notesbók til sínar notur, og sum saknað, at kunna goyma teldupostar, ljóðfílar, Excelfílur vm. í bókini. Tað ber sjálvandi ikki til í tínari fysisku bók, men tað ber væl til í OneNote.

Ert tú leiðari sum tekur notur, skrivstovufólk við nógvum bóltum í luftini ella verkætlanarleiðari, sum skal deila notur til verkætlanina, so er OneNote forritið, sum kann gera lívið hjá tær lættari.

Tú kanst eisini brúka tað á privata økinum, tí tað ber nemliga eisini til, at hava ein innkeypslista í OneNote, sum tú eitt nú kanst deila við makan hjá tær. Tú kanst altíð leggja fleiri ting afturat innkeypslistanum, so tað sæst beinanvegin, tá makin gongur í handlinum. Og tá tú hevur skriva eitt notat í OneNote, á telefonini, so sæst tað beinanvegin á telduni hjá tær eisini.

Kom og lær OneNote uppá 3 tímar og finn útav, um OneNote framyvir verður títt mest brúkta forrit  

Les alt um OneNote skeiðið her >> https://www.synergi.fo/skeid/onenote/

Sí her, hvat Tóri Slættalíð sigur um OneNote >> https://www.youtube.com/watch?v=WuOiS5ncV_0&t=1s