Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaftan

Jóhann Lützen

Tað sigur Pól Jóhannessen, trúboðari, sum saman við øðrum í fleiri ár hava skipað fyri hugnaløtu í KFUM & K jólaaftans kvøld.

 

 
Aftur í ár verður skipa fyri hugnaløtu í KFUM & K. Hetta er 13 árið á rað at hesin møguleikin býðst teimum, ið annars høvdu sitið einsamøll á jólum.
Kvøldið verður skipað sum eitt hugnakvøld við sangi, jólaevangeliið verður lisið, jóladøgurði, hugni, spurnarkapping, dansa verður um jólatræið, kaffi og annar hugni. Tiltakið er ókeypis

Er líkt til at tú verður einsamallur á jólum, so er at ringja til Pól Johannessen á tlf. 212480 áðrenn 23.dec

Tað er ikki at smæðast burtur men halda seg framat, soleiðis at jólini gerast eitt sindur hugnaligari.