Skúlaskipið úr Niðurlondum legði at ígjár. Við eru 24 næmingar og 7 undirvísarar
Oosterschelde er bygt í 1918 og er tað størsta restaureraða farmaskip í Hollandi, og tann einasta trímastraða skonnart, ið er eftir í Hollandi.
Vit fingu prát við ein av manningin, ein eldri maður. Hann spurdi hvar man kundi fara á fiskamatstovu í Klaksvík, tá nú allur fiskurin kom á land her. Hann hevði lisið væl uppá um Klaksvík, nú hann vitjaði. Eg mátti tíverri siga honum at vit høvdu onga fiskamatstovu í býnum og fryntligi maðurin gjørdist ikki sørt bilsin.

Heilt nógv fólk komu á støð at hyggja at vakra skúlaskipinum, tá vit vitjaðu í gjár. Teir liggja í dag, so til ber hjá fólki at síggja Oosterschelde.
Teknisk data
- Byggiár: 1918
- Longd: 50 metrar
- Breidd: 7,50 metrar
- Dýpd: 2,95 metrar
- Hædd: 36 metrar
- Motorur: John Deere, 6 cyl, 450 hk
- Kahytt: 6×2 persónar, 3×4 persónar
- Manning: 4-8
- Heimstaður: Rotterdam, Holland




