Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv til Hans Paula Strøm

Oliver Joensen

Tjóðveldisflokkurin heitir við hesum á landsstýrismannin, um at gera tað hann er mentur til tess at fyribyrgja, at lítli Petur fer av landinum mánadagin 16. august.

 
 
 
 

Tjóðveldisflokkurin heitir við hesum á landsstýrismannin,  um at gera tað hann er mentur til tess at fyribyrgja, at lítli Petur fer av landinum mánadagin 16. august.
Eitt av aðalmálum Tjoðveldisfloksins er, at børn sum er sálarliga skadd ella brekað á einhvønn hátt, skulu ikki fáa verri sømdir og ikki hava verri verju, enn onnur børn.
Fer lítli Petur av landinum mánadagin, rakar hetta hann sjálvan og familju hansara meint. Tá fær Petur verri sømdir enn systrar sínar, og hann fær heldur ikki somu verju. Tá fer Petur at fáa verri sømdir og verri verju, enn so mong onnur føroysk børn.
Tjóðveldisflokkurin heitir tí á landsstýrismannin um at avráða við Karup kommunu, at ætlanin at senda lítla Petur av landinum 16. august verður avlýst. Samstundis skal landsstýrismaðurin geva Karup kommunu trygd fyri, at hann útvegar Petur eitt skikkað sosialpedagogiskt tilboð í seinasta lagi 1. januar 2005.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað fer at bera til at finna Peturi eina fyribils loysn,  inn til tilboðið er útvegað.

Vinarligast
Tjóðveldisflokkurin

Harleywoodpaint