Tunnilsdagin, leygardagin 2.mars, er Tekniski Skúli alment opin frá kl.10 til kl.14. Øll við áhuga fyri útbúgvingum og sum vilja kunna seg um skúlan eru vælkomin.
Norðlýsið var á Tekniska Skúla og vitjaði í morgun. Har høvdu lærarar og næmingar úr at gera við undirvísing og at rigga til at taka ímóti almennari vitjan í morgin.
Um dagin í morgin sigur skúlin á facebook:
Lærarar og næmingar eru til reiðar at svara spurningum um útbúgvingar og um skúlaumhvørvið.
Tøknibreytin vísir fram ymiskt forvitnisligt í royndarstovunum, ger samfelagsvísindaligar og sálarfrøðiligar kanningar og næmingar undirhalda við tónleiki í felagsøkinum.
Vitjandi eru vælkomin at heilsa upp á næmingar á El-deildini, Maskindeildini, Timburdeildini og Matvørudeildini, sum eru í verkligari undirvísing.
Næmingar á Matvørudeildini bjóða til buffé. Kostnaður fyri vaksin er 100 kr., børn undir 15 ár 50 kr. og undir 5 ár ókeypis.



























