Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Opið hús í Íverksetarahúsinum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tá bygningurin á Garðavegi 57 fyrstu ferð lat dyrnar upp í 1943, slóðaði Kjølbro fyri.

Nú er hesin bygningurin rættiliga settur í stand við at klæða og bjálva hann av nýggjum – Nýggj vindeygu og eisini ymsar ábøtur gjørdar inni. Tí varð bjóðað til móttøku í Íverksetarahúsinum seinnapartin í dag.

Jógvan við Keldu, sum hevði sína gongd nógv í húsinum, hugleiddi og greiddi frá bygninginum, ið var bygdur sum fyrisitingarbygningur hjá Kjølbro fyritøkuni í 1943, eftir at Kjølbro byrjaði virksemi sítt í 1912.

Hetta húsið hýsti Kjølbro, skrivstovu og fyrisiting hansara í hálva øld frá 1943. Hýsti umsitingini hjá eini stórari fiskivinnufyritøku í Føroyum, sum í 1934 hevði ein umsetning á tvær ferðir landsins fíggjarlóg.

Virkið hjá Kjølbro var stórt og hevði nógva avleidd vinna eisini – so sum Klaksvíkar Hermetik, Spinnaríið, Klaksvíkar Sleipistøð, Skála Skipasmiðja, matvøruhandlar, klædnahandlar, Vaskaríið. Eisini setti Kjølbro pening í og var til at stovnseta Norðoya Sparikassa.

Í 1940 – 55 vaks Klaksvík við 1500 fólkum einamest vegna virksemið hjá Kjølbro.

Men í 1963 byrjar at ganga skeiva vegin og Danski Tjóðbankin setur Johan Mikkelsen at stýra fyritøkuni. Hann kanska skilti ikki so væl tað samfelag, hann var komin til og bar seg ikki serliga sømiliga at mótvegis Kjølbro. Tó hann steðgaði ikki leingi – var bert eitt ár.

Stovnsetan

Íverksetarahúsið varð upprunaliga sett á stovn 2007 í gamla Posthúsinun ella Sýsluskrivstovuni á Klaksvíksvegi, har tey hildu til fram til 2010, tá ið tey fluttu norður á Garðavegin.

Upprunin til Íverksetarahúsið, sprettur úr ferð í Herning og har umleiðir nøkur ár frammanundan. Fyrsti stjórin var Rani Nolsøe, síðani Bjartur Nolsøe og nú Sigrun Jónsveinsdóttir, sum hevur verið stjóri í fýra ár.

Her hevur verið nógv ymiskt virksemi við skeiðum, fyrilestrum, hjálp og kunning innan vinnulívið.

Markus og Margreth

Eftir framløguna hjá Jógvan vil Keldu hugleiddi Markus Tummas Jacobsen, sum fór í læru í 1978 hjá Kjølbro, eftir at hann tá var liðugur við real – Kjartan Lützen var skrivstovustjóri og arbeiddu um 14 fólk á skrivstovuni, tá ið Markus byrjaði.

Telex og skrivimaskinur var tá tað mest framkomna, man kundi hugsa sær. Seinni kom telefax, sum var eitt rættiliga nýbrot.

Margerth Joensen greiddi eisini frá síni lærutíð, ið byrjaði í 1989, har stjóri hjá Kjølbro tá var Svend Thulesen. Hon kom at arbeiða tætt saman við Finnur Jacobsen, sum var ein andbáður maður, har nógv ymiskt hendi kring hann. Ein av fornemmu uppgávunum hjá Margreth var eisini at gera kaffi til høgu harrarnar í fyritøkuni, grein hon at.

Hetta húsið var eitt týðandi hús í býarmyndini, greiddi Markus frá, har lønin varð útgoldun til hópin av fólki, sum kom á kontórið, eftir løn síni. Markus heintaði pening í peningastovnunum í einun plastikposa. Tað vóru ikki so lítlar upphæddir um 1/2 mill, har eingin setti spurnartekin við trygdina av hesum flutningi.

Nógv ymisk fólk, sum høvdu havt við húsið at gera, stukku inn á gólvið, teirra millum Eyðfinn Færø, sum var á skrivstovuni frá 1972-88. Hann arbeiddi m.a saman við Finni Kjølbro, Annfinni Kallsberg, Kjartan Lützen, Bjarna Vilhemi og m.ø.

Talan er allarhelst um Føroya elsta veruliga skrivstovubygning, sum er bygdur til sítt endamál – og hevur hann ambæta um 1000 fólkum, tá ið mest av fólkum vóru knýtt at Kjølbrofyritøkuni.

Nógv virksemi hevur verið í hesum bygninginum, ígjøgnum ár og dag, og í dag húsast so Íverksetarahúsið her. Betri stað við góðari søgu kann neyvan hugsast at slóða fyri og leggja lunnar undir virksemi hjá íverksetaraspírum úr øllum landinum. 

Á loftinum var eisini áhugaverd framsýning við gomlum skrivstovulutum, ið hava verið brúktir í samband við kontórvirksemið hjá Kjølbro ígjøgnum tíðina.

Harleywoodpaint