Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Opið hús í Varpinum

klaksvik.fo

Ein spennandi og drúgv verkætlan hevur seinastu árini tikið skap í miðbýnum. Øll hava kunnað fylgt við byggingini uttanfyri, men í dag fær almenningurin høvi at koma inn í Varpið til eina heilt serstaka uppliving.

 

Stýrið fyri Varpið bjóðar øllum vælkomnum í Varpið í dag frá kl. 17.00 til 19.00. Byrjað verður við røðum og sangi kl. 17.00 og aftaná verður nógv spennandi á skránni, so sum sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag. Framførslurnar eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum. Eisini verður boðið kaffi og køka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.