Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ormurin Langi er betri fyri til Norðoyastevnuna í ár

Jákup Ósá

Ormurin Langi vandi í Klaksvík síðsta vikuskiftið og ein av røðarunum umborð heldur, at manningin er betri fyri til fyrstu stevnuna í ár, enn hon hevur verið undanfarnu ár.

 

Ormurin Langi hevur seinastu árini vunnið fleiri stevnur, men ongantíð vunnið FM. Serliga hevur tað verið trupult at fingið sigrar tíðliga á árinum, tá m.a. Norðoyastevna er. Um tvær vikur er Norðoyastevna, og tá verður róð um fyrstu stigini. Fimm bátar fara at kappast um FM hjá 10-mannaførum í ár. Í fjør vann Klaksvíkingur tryggan FM sigur, hóast Ormurin Langi vann onkrar stevnur. Nú er so spurningurin, um Ormurin Langi svarar aftur. Í øllum førum hava teir fyrireikað seg betri til fyrstu stevnuna.

 

Tríggjar broytingar

Ein av røðarunum umborð er Janus Dam-Jacobsen, sum er royndur røðari og hevur m.a. vunnið fleiri FM við Klaksvíkingi. Hann róði eisini við Orminum Langa í fjør.

– Vit hava gjørt tríggjar broytingar umborð í mun til í fjør. Við eru komnir tveir, sum fyrr hava róð við Orminum og so ein, sum hevur royndir frá øðrum báðum, sigur Janus við Norðlýsið.

 

Ormurin og Klaksvíkingur

Janus sigur, at Ormurin Langi hevur lagt seg eftir at vera væl fyri frá byrjan í ár, so at báturin skal hava góðan møguleika frá fyrstu stevnu av og tí ikki skal brúka seinastu stevnurnar til at innheinta aðrar bátar á stigatalvuni.

– Vit eru betri fyri enn um somu tíð í fjør og vænta at hava ein møguleika at vinna á Norðoyastevnu. Vit vænta harða kapping frá serliga Klaksvíkingi, men vit kenna ikki til styrkina hjá Suðuroyinginum og Drekanum Reyða, meðan Havnarbáturin í ódnartøkum hevur verið nakað verri fyri enn Klaksvíkingur, men ódnartøk og heilur teinur er ikki tað sama, sigur Janus Dam-Jacobsen.

Hann sigur eisini, at Ormurin Langi hevur havt tvær venjingar í Klaksvík áðrenn Norðoyastevnu. Tríggir røðarar á Orminum langa hava áður róð við Klaksvíkingi. Bátsformaðurin Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Janus Dam-Jacobsen og Hjálmar Hátún.

Bátarnir sum rógva hjá 10-mannaførunum í ár eru Ormurin Langi, Klaksvíkingur, Havnarbáturin, Drekin Reyði og Suðuroyingur.