Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósálund – lund við Ósánna

Kristian Eli Zachariassen

Á býráðsfundinum í kvøld varð samtykt at gera eina lund framvið Ósánni – á ovara Vágsbøi. Talan er um eina umlegging av Ósánni og at skapa eitt heyggjalendi á Vágsbøi/Akursmørk, ið gevur økinum hægri lívfrøðiligt margfeldi, samstundis sum tað er við at betra um nærumhvørvið í økinum. Vøksturin og heyggjalendið gevur lívd, og breiðkaða áin gevur betri møguleikar fyri sílum og fauna at støðast. Eisini verður dentur lagdur á at skapa eitt umhvørvið, harið fólk kunna trívast. Ein opin og rein á ígjøgnum miðbýin hevur stórt virði – bæði fyri náttúruna, men eisini fyri tey, ið skulu njóta økið. Við at breiðka ánna í støðum og umleggja hana, verður eitt heilt nýtt savningarstað skapt í miðbýnum.

Ígjøgnum ár og dag hevur Ósáin verið illa dálkað av spillivatni og aðrari dálkandi evju. Klaksvíkar Kommuna hevur síðan 2010 lagt stóran dent á at umleggja spillivatns- og kloakkleiðingar, soleiðis at hetta ikki verður ført út í áir og løkir í kommununi. Á heysti 2016, er tað síðsta økið við Heygavegin umlagt. Hetta førir við sær, at onki dálkað vatn rennur í Ósánna. Tá verður farið í holt við at reinsa sjálva ánna, antin at spula við hátrýsti ella taka tað dálkaða grótið upp og leggja malagrót í. Væntandi verður økið klárt fyrst í juli í ár til gagns fyri okkum øll.