Tað vísti seg, at har vóru fleiri, sum ikki høvdu hoyrt orðið øslakingur…
Kom ein dagin, vit sótu í kirkjukjallaranum eftir ein fyrilestur, at nevna orðið øslakingur í samband við, at eg segði frá langabba mínum, Sámal Michael, sum var fyrsti lærarin í vestara partinum av Borðoynni, at hann ein dagin var komin aftur av Skálatoftum og hevði sett seg inn hjá teimum á Strond at rinda møðina av sær.
Tað eru einir fýra fjórðingar at ganga. Hann stappar sær í pípuna og tekur so eina svávuleskju úr lummanum. Tá slær hann seg niður á lærið og sigur: “Nú má eg norðuraftur. Í gáloysni havi eg tikið svávuleskjuna hjá teimum á Skálatoftum við mær. Og eg veit, at har var bert ein svávuleskja í bygdini, so verður øslakingur; so mugu tey koma heilt higar heim at fáa gløður”.
Tað vísti seg, at har vóru fleiri, sum ikki høvdu hoyrt orðið øslakingur. Men tað er einki at siga til, tí tey flestu vóru úr Klaksvík, og síðani 1930 hava vit í Klaksvík havt ravmagn, og tað er langt síðani at nakar hevur havt opnan eld í komfýrinum. Tí longu í tríatiárunum høvdu flestu hús í bygdini eina el-kókiplátu, og síðani annan bardaga hava tey flestu í Klaksvík havt el-komfýr.
Men orðið øslakingur merkir eldsløkkingur, t.v.s.. at eldurin var slóknaður á grúgvuni; hvat var so at gera, at fara at lána ella biðja eld; og tað var ikki ókent fyrr, tá fólk høvdu grúgvu og brendu torv, at fara at biðja sær gløður. Tað sigst,at fólk eru komin heim av Skálatoftum og til Strandar at biðja gløður, ella at skáltamenn hava róð um Sundið yvir á Skarð í somu ørindum.
Vit komu so eisini inn á orðið at hirða, t.v.s.. goyma gløður, so tær ikki slóknaðu um náttina. Tað gjørdu tey við at leggja torvur væl oman á gløðurnar á grúgvuni og stroyddu øsku omaná, so lítil luft kom til, so torvurnar kundu liggja undir og gløða til morgunin eftir. So var skjótt at fáa góðan eld í um morgunin.
Eisini sigur søgan, at einaferð skuldi vera øslakingur á Trøllanesi, so tveir mans fóru til Mikladals at fáa gløður. Teir spurdust ikki aftur, so har hevur verið ein ósigiliga ringur standur í bygdini í øskukuldanum. Fái ikki váttað, at søgan er sonn.
“Et strid vort liv monne være”.




