Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Østerfjord kemur fyri Kamb

Jóhann Lützen

M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord, ið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna. Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook. Nýggi Kambur kemur til Føroya síðst í oktober. Skiparin á Kambi hevur góðar vónir til skipið.

Østerfjord er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður, tekur 320 tons og hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið. Klakkur, sum kom til Føroya í januar, er einasta línuskipið umframt Østerfjord, sum eisini hevur dragibrunn. Á Klakki lata teir væl at dragibrunninum, sum teir siga hevur fyrimunir við dragibrunni, og Klakkur hevur eisini fiskað væl.

Skiparin á Kambi, Mortan Mortensen, sigur við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Østerfjord er í góðum standi, men at nakrar fáar umvælingar skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap. 

Tá Norðlýsið spyr Mortan Mortensen, um hann hevur góðar vónir, svarar hann skjótt: “Tað má man hava, ella dugir ikki”.